Lýsing

Vónin søkir teknikara

Vegna vøkstur í okkara virksemi hava vit eitt sera spennandi starv leyst at søkja, sum teknikari á okkara alideild við Norðskála.

Tú kemur at arbeiða við kundum á altjóða marknaðinum, og vildu vit ynskt at tú hevur royndir frá alivinnuni samstundis, sum at tú hevur eina tekniska bakgrund.


Arbeiðsuppgávur:

  • Framleiðsla av sølutilboðum & analysufrágreiðingum
  • Samskifti við kundar.
  • Av og á at skula ferðast fyri at gera staðsmetingar.
  • Vera partur av menningartoyminum av aliútgerð


Vit vanta at tú:

  • Ert málsliga væl fyri í bæði skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum.
  • Tekniska bakgrund – best um tað er innan alivinnuna.
  • Hevur gott eyga fyri smálutum og er greinandi.
  • Er vanur at arbeiða við ymiskum telduforritum.
  • Ert væl skipað/ur og dugir at raðfesta.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og finna loysnir. 
  • Ert smidligur og kanst hava fleiri bóltar í luftini í senn.
  • Kanst arbeiða á einum toymi har tað til tíðir nógv fer er á.


Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. 
  • Eitt starv við stórum avbjóðingum, har lyklaorðini eru framskygni, menning, og effektivisering. 
  • Eitt starv í eini fyritøku sum arbeiðir á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión er lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar.
  • Vinarligt og virkið arbeiðsumhvørvi.
  • Upplæring og luttøka á fleiri skeiðum og møguleika fyri uttanlanda ferðing.


Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.


Meira at vita:

Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Signar Poulsen  á tel 222026.

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mars og skulu sendast til sp@vonin.com


Um okkum:

Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. Vónin hevur umleið 400 fólk í starvi.

Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Deildini við Norðskála er undir útbygging og í løtuni starvast í løtuni 25 fólk.

 

 

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024