Lýsing

Heilsutrygd søkir eftir frítíðaravloysarum

Heilsutrygd søkir eftir viðtalustarvsfólkum at arbeiða í kommunulæknaviðtalum í Eysturoynni, Streymoynni og Norðoyggjum.

Talan er um frítíðaravloysarar fyri viðtalustarvsfólk í summar. Vit hava tørv á umleið 5 frítíðaravloysarum at arbeiða í kommunulæknaviðtalum í summar.

Størvini

·      Frítíðaravloysarastørvini eru í kommunulæknaviðtalum í Eysturoynni, Streymoynni og Norðoyggjum. Talan er um fulla tíð, tó kann onnur avtala gerast.


Vit ímynda okkum, at tú ert læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur tilsvarandi útbúgving, ella at tú ert undir útbúgving til líknandi útbúgvingar.

Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur.

Um neyðugt, so fært tú upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. apríl 2019 kl. 12:00.

Størvini verða sett eftir nærri avtalu.

Tilskilast skal í umsóknini í hvørjum øki søkt verður.


Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 614010.

 

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024