Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Frítíðaravloysarar summarið 2018

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldraøkið millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2018

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Køks- og vaskifólk

Starvsøkið

  • VEKS Eystur (Sunda- og Eiðis Kommuna)
  • VEKS Vestur (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.

Upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til

  • Sundalagi / Eiði  –  Poula Reinert-Petersen, tlf. 793251
  • Vestmanna / Kvívík  –  Mia Pedersen, tlf. 793231

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo

ella til

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Við frámerkinum “Frítíðaravloysarar”.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. februar 2017 kl. 12.00.

 - - -

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo