Lýsing

Reingerðarfólk í farloyvisstørv á Sambýlinum á Heygnum

Vit sóknast eftir

Reingerðarfólki í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,5, frá 1. mai til 31. desember 2019. Arbeitt verður í dagtímum og á yrkadøgum.

Á Sambýlinum á Heygnum eru 16 pláss, 14 búpláss, og tvey pláss eru til samdøgursrehabilitering.

 

Førleikakrøv og karmar

Vit vænta, at tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri.

At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við bú- og starvsfólk.

At tú ert fleksibul í mun til at loysa arbeiðsuppgávurnar og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. +298 793410 ella við telduposti til solgerdv@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 17. apríl 2019.

Aftur
Tríggir stjórar til Sjúkra­húsverk Føroya
Umsóknarfreist:
23. apr 2019
Fulltrúi til fíggjarstýring og roknskap
Umsóknarfreist:
6. mai 2019
Starvs­fólk til umsjónina hjá Hvannasunds…
Umsóknarfreist:
25. apr 2019
MS Dynamics NAV/­365 ráðgevi
Umsóknarfreist:
30. apr 2019
Skrivstovu­fólk til fyrisitingina
Umsóknarfreist:
2. mai 2019
Starvs­fólk til heimatænastuna 2019 í Eys…
Umsóknarfreist:
1. mai 2019
MS Dynamics NAV/­365 mennari
Umsóknarfreist:
30. apr 2019
Avloysarar til Eldrasambýlið Vesturstova…
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
Góðskuleiðari til Fiskavirkið í Gøtu
Umsóknarfreist:
23. apr 2019