Lýsing

Føðsluatstøðaralærlingur - Spennandi lærupláss í køkinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Hevur tú hugin og viljan at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Køkurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. juni 2019 ella eftir avtalu.
Vit bjóða eitt spennandi lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum umhvørvi, við dugnaligum starvsfeløgum.

Vit ynskja, at tú:

ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull-/ur
dugir at samskifta í skrift og talu, og dugir at nýta teldu á brúkarastøði
møtir væluppløgd/ -lagdur til tíðina
hevur gott handalag
hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar einum góðum arbeiðsumhvørvi
Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.    

Skúlakrøv

Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb)


Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 30 vikur í lærutíðini, tríggjar ferðir 10 vikur skúlaskeið á tekniskum skúla í Danmark. 
Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat.
Meira kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni http://www.ernaerings-assistent.dk/

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, kostfakligan leiðara, á tlf. 229229

Umsóknarfreistin er 22. apríl 2019

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Upprunaprógv og viðmæli skulu havast við til samrøðu.

Les meira “um okkum” á www.ks.fo

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024