Lýsing

Eiðis kommuna søkir eftir arbeiðsformanni

Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið?

Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av dagliga arbeiðinum í kommununi. Í starvinum hevur tú ábyrgd av vatnverkum, kloakk, vegakervinum, bátahylinum, lendingum, havnalagnum, bygningum o.ø.

Sum heild eitt fjølbroytt starv, har hvør dagur hevur nýggjar og spennandi uppgávur.

Eiðis kommuna arbeiðir miðvíst við:

At tú sleppur at mynda starvið.
At tú følir, at tú brúkar tíni evni mest møguligt.
At tú mennir tínar fakligu førleikar.
At tú skalt tíma til arbeiðis og føla, at tú ert partur av eini størri heild.


Eiðis kommuna ynskir, at tú:

hevur viðkomandi útbúgvin, handverkari ella líknandi.
hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.
hevur hampuliga góðar telduførleikar ella ynskir at menna hesar.
Hevur tú eftirútbúgving í viðkomandi fakum, stóra koyrikortið ella annað, sum viðkemur starvinum, er hetta sjálvandi ein fyrimunur.

Hvussu kanst tú fáa meira at vita:

Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til borgarstjóran, Jógvan í Skorini, tlf. 740400, so tú kanst fáa gjøllari upplýsingar.

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini/starvsmannafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Tú ert vælkomin at senda umsókn til:

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skal vera eidi@eidi.fo hendi í seinasta lagi 17.04.2019

Vinarliga

EIÐIS KOMMUNA

Aftur
Deildarleiðari til deildina Aktuelt
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
Avloysarar til Eldrasambýlið Vesturstova…
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Fulltrúi til fíggjarstýring og roknskap
Umsóknarfreist:
6. mai 2019
Starvs­fólk til heimatænastuna 2019 í Eys…
Umsóknarfreist:
1. mai 2019
MT Højgaard Føroyar søkir eftir byggilei…
Umsóknarfreist:
3. mai 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
Avloysari til deildina Mentan
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
MS Dynamics NAV/­365 mennari
Umsóknarfreist:
30. apr 2019
Góðskuleiðari til Fiskavirkið í Gøtu
Umsóknarfreist:
23. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019