Lýsing

Sølufólk

Vilt tú vera við til menna okkara sølu í Føroyum?
Verður tú spentur av at fáa flott søluúrslit og samstundis menna nýggj varandi kundasambond? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi í sølutoyminum.

UM STARVIÐ
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú saman við hinum í sølutoyminum hevur ábyrgdina av søluni av okkara breiða úrvali innan nonfood. Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at tey mál verða nádd, sum eru sett fyri søluni á tínum øki, og tí er tað avgerandi fyri góðum úrslitum í starvinum, at tú ert úrslitahugaður, og at tú hevur menning og vinning fyri eyga. Tínar fremstu uppgávur verða:

• Ábyrgd av verandi kundum innan nonfood og arbeiðinum fyri at fáa nýggjar kundar á sama øki – frá fyrstu kontakt til regluligt samstarv
• Sølu av tí breiða úrvalinum innan nonfood – frá fyrstu kontakt til regluligt samstarv.
• Vera við til at skipa fyri tiltøkum innan marknaðarrøkt og sølutiltøkum
• Søluafturmeldingar, uppfylging og performancemátingar eru ein natúrligur partur av starvinum
• Viðgerð av spurningum frá kundum, eisini gera tilboð og takast við ordraviðgerð
• Kundasamband við ein fastan kundabólk
• Arbeiða við projektuppgávum og fyrisitingarligum uppgávum, ið viðkoma deildini
• Fara á messur í Danmark

 

EITT SINDUR UM TEG SJÁLVA/SJÁLVAN
Tú hevur í øðrum størvum fingist við uppsøkjandi søluarbeiði og hevur tí ognað tær breiða vitan um og royndir við at skapa góð kundaviðurskiftir og kennir týdningin av at skapa virðir fyri kundan.

Tú ert ábyrgdarfull/ur og strukturerað/ur í tínum arbeiði og hevur alla tíðina fyri eyga, hvussu tú kanst gerast dugnaligari. KT hevur stórt pláss í okkara uppgávuloysnum, og tí er tað eitt krav, at tú hevur góðan kunnleika til Microsoft Office pakkan, eins og at tú dugir væl at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Tú ert opin, tænastu- og handilshugað/ur. Tú setur eina æru í at geva kundanum ta allarbestu tænastuna og bakkar ikki fyri at taka avgerðir. Tað fellur tær natúrligt at skapa áltitsvekjandi og góð sambond á øllum organisatoriskum stigum, bæði innan- og uttanhýsis. Tú ert lættsint/ur, vil skapa úrslit, tú ert røsk/raskur og áhaldandi í tínum starvi og skilir, at ábyrgdin er tín, men at tey góðu úrslitini verða skapt í samarbeiði við onnur.


UMSÓKN
Hevur tú hug til at skapa tær eina framtíð hjá Arctic Import, so er at senda okkum tína umsókn saman við CV beinavegin, ella í síðsta lagi tann 16. april 2019.

Starvsbyrjan verður 1. juni 2019 ella skjótast tilber.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Eyðun Hansen á fartelefon 233667 ella við at senda teldupost til eyh@arcticimport.fo.

 

SAMBAND
Eyðun Hansen, Fartelefon 233667 ella teldupost til eyh@arcticimport.fo.

Aftur
Avloysari til deildina Mentan
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
Tekniskur leiðari
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Føðslu­atstøðaralærl­ingur - Spennandi lær…
Umsóknarfreist:
22. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
Lærarastørv á Kambsdali
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
MS Dynamics NAV/­365 ráðgevi
Umsóknarfreist:
30. apr 2019
Deildarleiðari til deildina Aktuelt
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
MS Dynamics NAV/­365 mennari
Umsóknarfreist:
30. apr 2019
Starvs­fólk til umsjónina hjá Hvannasunds…
Umsóknarfreist:
25. apr 2019