Lýsing

MT Højgaard Føroyar søkir eftir byggileiðarum

Ynskir tú at gerast partur av toyminum hjá MT Højgaard Føroyar, og vera við til at tryggja góðsku, trygd, tíð og kostnað í sambandi við byggiuppgávurnar, vit hava, og sum liggja fyri framman?
Vegna okkara økta virsemið í Føroyum leita vit eftir dugnaligum byggileiðarum at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Sum byggileiðari skalt tú samskipa arbeiðstøkur, handverk, trygd og góðskustýring, umframt at stýra váðum, tíðarætlanum, fíggjarviðurskiftum v.m. 
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum eitt nú verkfrøðingur ella byggifrøðingur, og hevur hollar royndir innan byggileiðslu. Eisini skalt tú vera von/vanur við dagliga at nýta kt-amboð sum eitt nú Microsoft project, Office pakkan, umframt at tú skalt vera før/førur fyri at seta teg inn í onnur forrit eitt nú Sigma, Dalux og Bluebeam Studio, ið eru tengd at okkara verkætlanum. 
 
Tú skalt duga væl at orða teg í skrift og talu, og tað er ein fyrimunur at duga at málbera seg á føroyskum, donskum og enskum. 
 
Tær dámar tær at ganga undan. Tú heldur orð, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. 
 
Tú megnar at halda høvdið kalt, sjálvt um tað brýtur í bæði borð. Tú ert semjusøkjandi, men torir eisini at taka ábyrgd av egnum avgerðum.
 
Setanarviðurskifti  
Løn og setanartreytir sambært avtalu.
 

Umsóknir
Send umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) til ewk01@mth.dk
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. mai 2019.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar, á tlf. 286335 ella ewk01@mth.dk
 

Aftur
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024