Lýsing

Góðskuleiðari til Fiskavirkið í Gøtu

P/F FISKAVIRKIÐ


Arbeiðsøki

Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja at Fiskavirkið lýkur øll uttanhýsis og innanhýsis krøv í mun til lóggávu, kundakrøv og standard krøv á økinum annars.

  • Tú kemur at standa á odda fyri samskiftinum við mynduleikar og kundar.
  • Tú hevur ábyrgd av at samskipa eftirlitsarbeiði á virkinum.
  • Tú tekur saman um og eftirmetir framt eftirlit.
  • Tú syrgir fyri at reinføri er í hásæti.
  • Tú syrgir fyri at góðskuhondbók og skriftligt tilfar annars er dagført.

 
Tú kemur eisini at vera ein aktivur liður í gransking og menningararbeiðnum á virkinum.

Sum góðskuleiðari kemur tú at hava nógv samskifti við allar deildir á virkinum, tí er neyðugt at tú dugur væl at samskifta í eygnahædd fyri at bera tín boðskap fram.

 

Vit ynskja at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir  frá líknadi starvi.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
  • Hevur jaligan hugburð til uppgávurnar.
  • Hevur fyrisitingarligt hegni.
  • Hevur eldhuga og ágrýtni.
  • Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.
  • Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
  • Ikki ert bangin fyri at bróta upp um ermar tá á stendur.

 

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Kappingarføra løn ið verður ásett eftir nærri avtalu.

 

Umsókn

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørdis F. Gregersen, virkisleiðara,  á telefon 227226.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagið 23. apríl og skal sendast til hg@prg.fo 
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024