Lýsing

Stjóri til Føroya Fólkaháskúla

Sært tú Føroya Fólkaháskúla fyri tær sum ein týðandi menningarmøguleika hjá ungdómi á veg út í lívið? Hevur tú evnini at leiða og skipa fyri? Vilt tú fara undir eina uppgávu, sum krevur alt av tær í fimm ár? Krevur hugflog, skynsemi
og góðar samstarvseginleikar?


HØVUÐSUPPGÁVUR OG ÁBYRGD

Háskúlastjórin skal mynda skúlan inneftir og úteftir í samsvari við endamál skúlans.Háskúlastjórin hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av Háskúlanum, sum er sjálvseigandi stovnur, ið partvíst er fíggjaður við stuðli frá landinum og partvíst við eginfígging. Hvørt ár hevur Háskúlin nógv skeið við víðfevndum innihaldi. Umframt langa heystskeiðið frá august til desember eru javnan onnur skeið sum t.d. seniorskeið, familjuskeið, skriviskeið, sjónleikaraskeið, filmsskeið, summarskeið og mong onnur, sum háskúlastjórin hevur evstu ábyrgdina av.

 

FØRLEIKAKRØV

Royndir við undirvísing, leiðslu ella fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur, men eru eingin treyt fyri at søkja. Í umsóknini skulu standa upplýsingar um starvsroyndir, útbúgving og stutt lýsing av persónligum viðurskiftum. Tey, ið søkja starvið,
verða biðin um at orða, hvussu ið tey hugsa sær, at endamál háskúlans kann tulkast og røkkast í dag, og hvussu ið tey hugsa sær, at Føroya Fólkaháskúli framhaldandi kann vera ein viðkomandi kveikjari í føroyska samfelagnum.
Starvið verður sett eftir eini heildarmeting.

 

SETANARTREYTIR

Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár.
Starvið verður lønt ájavnt við lønarflokk 34 hjá tænastumonnum landsins (í løtuni 40.459 kr.), tó uttan at vera tænastumannastarv. Heraftrat koma 15 % í eftirlønargjaldi at flyta í góðkenda eftirlønarskipan.
Bústaðarskylda er knýtt at starvinum, og stjórin býr í sethúsunum, sum hoyra til Háskúlan.

 

UMSÓKN OG FREISTIR

Starvið er lýst leyst til setan tann 1. september 2019. Tann, ið fær starvið, tekur við sum stjóri tann 1. oktober.
Freistin at søkja starvið sum háskúlastjóri er úti tann 1. juni 2019.
Samrøður við umsøkjarar verða væntandi í viku viku 23 og 24.

 

SPURNINGAR

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til forkvinnuna í háskúlastjórnini, Turið Sigurðardóttur, á tlf. 292525, turids@setur.fo.


Umsóknir skulu sendast til:
STJÓRN FØROYA FÓLKAHÁSKÚLA
Turið Sigurðardóttir
Leivsgøtu 4
100 Tórshavn

Aftur
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Dumparasjafør
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Maskinførari
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Barnsburðaravloysari fyri skrivstovu­fólk
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024