
Arbeiðsfólk til Articon
Vit leita eftir jørð- og kloakkarbeiðarum til verkætlanir í runt í Føroyum.
Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.
Arbeiðsøki
Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:
· Seta kantsteinar
· Leggja rør
· Hegna og laða grótgarðar
· Fríðkan og gróður.
· Aðrar fyrifallandi uppgávur
Tín vangamynd
Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.
Vit vænta, at tú:
er røkin og álítandi
er arbeiðsom/-samur
hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða
· Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
· Nútímans útgerð.
· Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
· Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
· Eitt fjølbrott arbeiðspláss
Løn
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, verkætlanarleiðara, á telefon 216122.
Umsókn
Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2019.
26. jul 2025

13. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025
