Veg- og betongarbeiðarar til ArtiCon

Vit leita eftir veg- og betongarbeiðarum til Suðuroyar.

 

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.

 

Arbeiðsøki

 

Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

·         Forskalling

·         Jarnbinding

·         Stoyping

·         Vegarbeiði

·         Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Tín vangamynd

 

Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.

 

Vit vænta, at tú:

er røkin og álítandi
er arbeiðsom/-samur
hevur góð samstarvsevnir
 

Vit bjóða

·         Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

·         Nútímans útgerð.

·         Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.

·         Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.

·         Eitt fjølbrott arbeiðspláss

 

Løn

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

 

Meira at vita

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, verkætlanarleiðara, á telefon 216122.

 

Umsókn

Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2019.

Aftur
Bakkafrost søkir formann/­-kvinnu til vir…
Umsóknarfreist:
3. jun 2019
Veg- og betongarbeiðarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
24. mai 2019
Samskipari til javnstøðumál
Umsóknarfreist:
27. mai 2019
Summar­feriuavloysarar til Almanna­verkið
Umsóknarfreist:
31. mai 2019
Maskinførari til norð­urøkið hjá Landsver…
Umsóknarfreist:
22. mai 2019
Stjóri til Føroya Fólka­háskúla
Umsóknarfreist:
1. jun 2019
Bakkafrost søkir maskin­fólk til Norðtoft…
Umsóknarfreist:
3. jun 2019
VARAHANDILSLEIÐARI TIL MAGN Í KLAKSVÍK
Umsóknarfreist:
27. mai 2019
Fíggjarleiðari til Faroe Origin
Umsóknarfreist:
3. jun 2019
Fiskarøktarar til smoltstøð­ina á Strond
Umsóknarfreist:
24. mai 2019