Lýsing

Samskipari til javnstøðumál

Søkt verður eftir einum samskipara at arbeiða við javnstøðumálum. Samskiparin verður skrivari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

·      at varpa ljós á javnstøðumál og vera andlitið úteftir

·      at vera virkin kjakari bæði í skrift og talu, og tíðum leggja tilfar á heimasíður og á sosialar miðlar

·      at halda fyrilestrar og taka lut í orðaskifti um javnstøðumál

·      at gera fjøltáttað, upplýsandi og kunnandi tilfar um javnstøðumál

·      at virka fyri, at átøkini í virkisætlanini hjá landsstýrinum verða sett í verk

·      at skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum, sum varpa ljós á viðkomandi evnir

·      at fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia, útinna ætlanirnar, sum nevndirnar seta út í kortið og standa fyri átøkum hjá Javnstøðunevndini og Demokratia

·      at svara fyrispurningum og avgreiða mál til Javnstøðunevndina og Demokratia

·      at skriva árligar frágreiðingar um virksemið í samstarvi við Javnstøðunevndina og Demokratia

 

Førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum, bæði í skrift og í talu, og hevur góðan kunnleika til og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.

Tú tímir og dugir væl at samstarva og samskifta bæði við myndugleikar og borgarar og hevur góð samstarvsevnir. Tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn og dámar væl at samskipa og seta nýggj átøk í verk. Tær dámar væl at leggja fram og taka lut í orðaskifti.

Tú ert ágrýtin og hevur góð evnir at arbeiða sjálvstøðugt. Tú dugir væl at finna fram vitan, at greina tilfar og at skriva. Tú ert væl skipað/ur, dugir væl at leggja til rættis og skjalprógva. Tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.  

 

Lønar- og setanartreytir

Talan er um parttíðarstarv, har starvstíðin fyribils er 30 tímar um vikuna.

Almannamálaráðið er setanarmyndugleiki, og fyribils starvsstaðurin verður í Almannamálaráðnum.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

 

Almannamálaráðið

Eirargarður 2

100 Tórshavn

 

Ella til teldupost adressu: amr@amr.fo

 

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mai 2019 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið  við at venda sær til Jeanette Ellefsen Blaasvær, fulltrúa, á tlf. 734056 ella til teldupost jeb@amr.fo.

 
 

Játtanirnar til Javnstøðunevndina og Demokratia eru lagdar saman, og samlaða játtanin er hækkað at skipa skrivstovu at varpa ljós á javnstøðumál og standa fyri átøkum, sum fremja størri javnstøðu. Skrivstovan verður tøk hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum at venda sær til at fáa hjálp og ráðgeving í javnstøðuspurningum.

Javnstøðunevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn. Javnstøðunevndin skal m.a. hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og gera tilmæli í javnstøðumálum. Demokratia hevur umboð úr øllum politisku flokkunum umframt Kvinnusamskipanina, Kommunufelagnum og Javnstøðunevndina. Demokratia virkar fyri at leikluturin hjá kvinnum í føroyskum politikki økist.

Aftur
Dumparasjafør
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Maskinførari
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Barnsburðaravloysari fyri skrivstovu­fólk
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Starvs­fólk til jørðarbeiðið
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024