Fíggjarleiðari til Faroe Origin

Okkara fíggjarleiðari hevur tikið av øðrum avbjóðingum, og tí søkja vit eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fíggjarstýringini av felagnum í tøttum samstarvi við stjóran. Fíggjarleiðarin er eisini partur av leiðslubólkinum í felagnum.

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av:

Dagligu fíggjarstýringini, herundir bókhaldi, lønar- og debitorstýring v.m.
Uppseting av lønsemisgreiningum
Rakstrarætlanum og uppfylgingum
Mánaðar- og ársroknskapum
Roknskaparskipanum
Fígging og samskifti við peningastovnar
Dagligu leiðsluni at skrivstovufólkum felagsins


Førleikakrøv:

Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.
Hóskandi ástøðilig útbúgving innan roknskaparøkið, t.d. HD-R, Cand merc. Aud ella líknandi útbúgving
Viðkomandi royndir innan roknskap og fíggjarstýring.
Leiðsluroyndir er ein fyrimunur
Telduførleikar á rímuliga høgum støði
Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu


Vit bjóða:

Eitt spennandi starv í einari lutfalsliga stórari útflutningsfyritøku
Løn eftir nærri avtalu


Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jensp@origin.fo  Um tú hevur onkrar spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula Petersen, stjóra, á tlf 550650, ella senda teldupost til jensp@origin.fo 

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Faroe Origin er ein fiskivinnufyritøka við 6 partrolarum og tveimum framleiðsluvirkjum í ávíkavist Saltangará og á Toftum. Tað starvast uml. 200 fólk í samtakinum.

Aftur
Starv sum fulltrúi í Kommunu­felagnum
Umsóknarfreist:
25. nov 2019
Søkt verður eftir kundavinarligum og tæn…
Umsóknarfreist:
15. des 2019
Skúla­vørður til Runavíkar kommunu
Umsóknarfreist:
18. nov 2019
Førari til lastbil
Umsóknarfreist:
25. nov 2019
Stjóri fyri teknisku fyrisitingina
Umsóknarfreist:
21. nov 2019
Heilsurøktari til Heimið við Vágna
Umsóknarfreist:
26. nov 2019
Varastjóri við lækna­fakligari bakgrund t…
Umsóknarfreist:
18. nov 2019
Havsbrún søkir eftir framleiðslu­fólk til…
Umsóknarfreist:
21. nov 2019
Maskinmeistari til Hav Nordic
Umsóknarfreist:
8. des 2019
Maskinmeistari til Hav Nordic
Umsóknarfreist:
24. nov 2019