VARAHANDILSLEIÐARI TIL MAGN Í KLAKSVÍK

Magn sóknast nú eftir varahandilsleiðara til støðina í Klaksvík at byrja sum skjótast.

 

Um starvið

Magnstøðin í Klaksvík er ein bensinstøð á altjóða støði, og sum varahandilsleiðari umboðar tú Magn. Tú verður tú við til at hava ræði á støðini og at tryggja, at allar ásettar reglur frá leiðsluni (viðvíkjandi trygd o.ø.) verða uppfyltar.

Arbeiðið fevnir um at bíleggja vøru, taka ímóti vøru, seta á hillar, leggja reingerð til rættis og mangt annað; men mest umráðandi er, at tú gert alt fyri at veita kundum okkara ta bestu tænastuna.

Hetta er eitt spennandi starv á størstu bensinstøð í Norðoyggjum. Tá ið tú byrjar, fært tú góðan stuðul og alla neyðuga upplæring. Lønin er sambært avtalu.

 

Vit vænta, at tú

  • veitir eina góða tænastu
  • arbeiðir hart
  • ert fyrikomandi
  • dugir at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt
     

Hevur tú roynt teg í detail-handli áður, ella hevur tú eina handilsútbúgving, er hetta ein fyrimunur – men ikki ein treyt fyri at søkja.

 

Samband

Hevur tú spurningar til starvið, so set teg í samband við Svein Rógva Ljósstein, handilsleiðara, á 237441 ella Áka Vang Poulsen, retail- og marknaðarstjóra, á 237440.

Umsóknir skulu sendast til starv@magn.fo, og freistin at søkja er mánadagin 27. mai.

 

Um Magn

140 starvsfólk starvast hjá Magn. Hesi tryggja orku til føroyskar og útlendskar kundar. Okkara tangabilførarar, teknisku starvsfólk og service-menn arbeiða runt allar Føroyar. 11 Magnstøðir eru kring landið. Mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Magn er ISO 9001, 14001, 18001, Achilles og F-Pal-góðkend fyritøka. Høvuðsskrivstova okkara er í Tórshavn, og deildarskrivstovurnar í Klaksvík og á Tvøroyri.

Aftur
Skúla­vørður til Runavíkar kommunu
Umsóknarfreist:
18. nov 2019
Maskinførari til Articon
Umsóknarfreist:
22. nov 2019
Starv sum fulltrúi í Kommunu­felagnum
Umsóknarfreist:
25. nov 2019
Varastjóri við lækna­fakligari bakgrund t…
Umsóknarfreist:
18. nov 2019
Løgfrøð­ingur til Útlendinga­stovuna
Umsóknarfreist:
18. nov 2019
Spreingimeistari til Articon
Umsóknarfreist:
22. nov 2019
Havsbrún søkir eftir framleiðslu­fólk til…
Umsóknarfreist:
21. nov 2019
Maskinmeistari til Hav Nordic
Umsóknarfreist:
24. nov 2019
Førari til lastbil
Umsóknarfreist:
25. nov 2019
Heilsurøktari til Heimið við Vágna
Umsóknarfreist:
26. nov 2019