Lýsing

Rektari til Fróðskaparsetur Føroya

Megnar tú at leiða gransking og útbúgving á altjóða stigi? Standa á odda fyri 1000 lesandi, 24 útbúgvingum og 144 starvsfólkum? Og stendur tú á sterkum akademiskum grundvølli?

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir rektara við drúgvum leiðsluroyndum og neyvum kunnleika til granskingar- og útbúgvingarøkið. Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár.

Við tilvísing til stýrið fært tú dagligu leiðsluna á Fróðskaparsetrinum um hendi. Tú hevur ábyrgdina av at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum viðkomandi gransking og útbúgvingar á altjóða stigi. Harumframt verður tað tín uppgáva at ganga á odda í arbeiðinum at styrkja støðuna hjá Fróðskaparsetrinum sum leiðandi vitanardepli í Norðuratlantshavi.

FØRLEIKAR
Stýrið fer í eini heildarmeting av umsøkjarunum at leggja dent á hesi viðurskifti, tá starvið verður sett:

Tú hevur leiðsluroyndir og hollan kunnleika til granskingar- og útbúgvingarøkið.
Tú hevur visjónir, hugsar strategiskt, dugir at fremja ætlanir í verki og eftirmeta tær.
Tú dugir væl at samskifta og málbera teg.
Tú ert álitisvekjandi og hevur høgan integritet og loyalitet.
Tú hevur eina sterka akademiska bakgrund og undirvísingarroyndir á hægri lærustovni.
Tú verjir granskingarfrælsið og vísindaliga siðalæru.
Tú dugir at samstarva við granskingarstovnar og vinnulív, bæði í føroyskum og altjóða høpi, og í hesum sambandi styrkja fíggjarliga grundarlagið hjá Fróðskaparsetrinum.
Tú hjálpir til, um trupulleikar og avbjóðingar stinga seg upp og torir at taka avgerðir – eisini tær ófjálgu.
Tú sært ymiskleika sum eina styrki og dugir at netverka og fremja tvørgangandi samstarv.


SETANARTREYTIR
Starvið verður lønt samsvarandi 39. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønin er 15%. Harafturat er ein viðbót fyri áramálssett starv, sum tó ikki er eftirlønargevandi.

UMSÓKN OG FREIST
Umsóknarfreistin er 28. mai 2019. Rektarin skal byrja í starvinum 1. september 2019, og starvið er tíðaravmarkað í fimm ár til 31. august 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Ólav Ellefsen, stýrisformann, Fróðskaparsetur Føroya, tel. 556600.

Umsókn við útbúgvingarprógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu stílast Ólavi Ellefsen við telduposti á adressuni olavurellefsen@setur.fo  Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Aftur
Maskinsmiðir til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Húsasmiðir
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Lærlingar til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Framleiðslu­tøkn­ingur til kassavirkið á G…
Umsóknarfreist:
6. jul 2026
Bussførari til landleiðina
Umsóknarfreist:
2. jul 2026
Arbeiðs­fólk til verklag
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Fiskarøktari til smoltstøð­ina á Viðareið…
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Framleiðslu- og goymslu­fólk
Umsóknarfreist:
3. jul 2026