Lýsing

Feriuavloysarar til Roðan økistænastuna

Kjarnuuppgávan hjá Roðanum er at veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

Tænastan, ið verður veitt, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á "hjálpandi hondum"!

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann aldrandi borgaran, so er tað tær vit leita eftir sum feriuavloysara til Roðan.

Røktarstarvsfólk
Til Eysturoyar røktar – og ellisheim, sambýlini Vesturskin og Sjóvarlon og til heimatænastuna verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum  at arbeiða í tíðarskeiðnum frá 1. juni til  31. august 2018.

Arbeiðið umfatar heilsu-og sjúkrarøkt, heimahjálp, stuðul og vegleiðing til borgarar, sum búgva heima og/ella á Eysturoyar røktar- og ellisheimið, Vesturskin og Sjóvarlon.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í skiftandi vikuskiftum.

Reingerðingsfólk
Til heimini verður søkt eftir fólki at gera reint og eftir fólki til vaskaríið á Eysturoyar røktar- og ellisheim. Arbeiði er í dagtímunum gerandisdagar.

Køksrøktarstarvsfólk
Til køkin á Eysturoyar røktar- og ellisheimið verður søkt eftir køksrøktarstarvsfólki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum ig skiftandi í vikuskiftum.

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Roðan økistænastuna tlf 478200 ella tpost rodin@rodin.fo

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. mars 2018.

Umsóknin, merkt "summarfrítíðaravloysari", skal sendast við telduposti til: rodin@rodin.fo ella við posti til Roðin økistænastan, Friðartún 1, FO 620 Runavík.

Aftur
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024