Ergoterapeutur til Heimatænastuna í Vágum

Starvskarmar- og innihald:
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.

Ergoterapeuturin skal arbeiða við gerandisrehabilitering, sum er fyribyrgjandi – endur- og viðlíkahaldsvenjing, ið verður veitt við tí endamáli, at borgarin gert meira sjálvbjargin og tí kann megna gerandisdagin sum longst møguligt virkin. Samstarva við aðrar fakbólkar tvørtur um toymi, og seta dagligdagin hjá borgaranum í miðdepil. Tænastan verður veitt til fólk yvir 67 ár í egnum heimi og á Sýnini.

Í mun til borgaran skal ergoterapeuturin:

  • Meta um førleika og tørv á tiltøkum
  • Veita ADL, funktións- og viðlíkahaldsvenjingar
  • Veita venjing/viðgerð, endurvenjing og viðlíkahald til borgaran
  • Luttaka í fyribyrgjandi tiltøkum til borgaran bæði einstakliga og í bólkum
  • Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til borgaran, starvsfólk og avvarðandi.
  • Gera fyrireikandi og uppfylgjandi arbeiði í samband við inn- og útskrivan frá rehabiliteringdeildini og sjúkrahúsið, bæði tvør- og monofakligt, eisini í samstarvið við visitatiónstoymið.
  • Viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av hjálpitólum
  • Kanna og greina likamliga, sálarliga og sosialt tilfeingi hjá borgaranum
  • Seta mál fyri venjingar gongdini, saman við borgara og øðrum fakbólkum
  • Leggja til rættis, seta í verk og stimbra venjingina sæð út frá gerandisvirkni hjá borgaranum
  • Skjalprógva úrslit av venjing við skipaðum og miðvísum kanningum
  • Leiða og samskipa rehabiliteringsgongdina
  • Undirvísa og vegleiða heimavenjarum og øðrum í borgaratoyminum

Vit sóknast eftir fólki, ið:

  • Hevur útbúgving sum ergoterapeutur.
  • Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert ígongdsetari og opin fyri nýggjum avbjóðingum.
  • Dugir væl at samskifta, bæði við borgaran, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.
  • Kann tola broytingar í starvinum.
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði.
  • Skal megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í.
  • Skal megna at arbeiða evidensbaserað og at vera verkætlanarsinnað/ur.
  • Skal vera empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi.
  • Menning í skipaðum felagsskapi og fastlagdir fundir.
  • Stóra ávirkan á menningina av rehabiliteringini í Heimatænastuni í Vágum.
  • Eitt starv við nýhugsan.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið. Setanarstaðurin er Heimatænastan í Vágum. (á Sýnini)

Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til leiðaran á tlf. 793201.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Heimatænastuna í Vágum
Kálvalíðvegur 2
FO-370 Miðvágur

ella til teldupostadressuna htv@htv.fo

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 16. februar 2018 kl. 12.00.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Aftur
Handverkarar til MT Højgaard at byrja sk…
Umsóknarfreist:
2. des 2018
Útbúgvingarvegleiðari
Umsóknarfreist:
22. nov 2018
Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Heimið við Vág…
Umsóknarfreist:
27. nov 2018
Nema søkir forritara
Umsóknarfreist:
26. nov 2018
Bakkafrost Processing leitar eftir 100 n…
Umsóknarfreist:
30. nov 2018
Samskiftis­fólk til Landsbanka Føroya
Umsóknarfreist:
26. nov 2018
Bakkfrost søkir starvs­fólk til PLC og st…
Umsóknarfreist:
24. nov 2018