
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna (farloyvisstarv)
Eitt starv sum fyri sosialráðgevi til Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum er leyst at søkja. Starvið er
tíðaravmarkað frá 1. Juli 2019 til 1. august 2020. Arbeiðstíðín er 35 tímar um vikuna.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra
heilsu og menning, og veita neyðuga hjálp og umsorgan.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av
einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum
barnaverndarumsitingin tekur sær av. Arbeiði fevnir m.a. um:
• at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum
• at ráðgeva barnaverdarnevndini í lóg um Barnavernd
• at fyrireika mál til nevndarviðgerð
• at seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp
• at virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við
• at samstarva tvørfakliga
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
• er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
• hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir
• hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
• megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
• er fleksibul
Vit bjóða tær:
• Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
• Góðar starvsfelagar
• Supervisión
Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er 35 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
og Starvsmannafelagið.
Um Barnaverndartænastuna í Norðyggjum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um Fugloyar, Kunoyar, Hvannasunds, Viðareiðis og Klaksvíkar
kommunur. Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, tríggir sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og
eitt skrivstovufólk.
Nærri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna,
tlf. 287621.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvi, viðmælum o.ø., skal sendast við til tonja@klaksvik.fo ella sum
bræv til:
Klaksvíkar kommunu, Barnaverndartænastan í Norðoyggjum
Stangavegur
700 Klaksvík
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 31. mai 2019
16. jun 2025

16. jun 2025

23. jun 2025

16. jun 2025
