Sjúkrarøktarfrøðing til samdøgursrehabilitering

Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing at samskipa samdøgursrehabilitering á Sambýlinum á Heygnum. Tænastan verður løgd til rættis í einum tvørfakligum toymi saman við ergoterapeutum, fysioterapeutum og røktarstarvsfólki.

Nærri kunning um samdøgursrehabilitering fæst her: https://nbh.fo/samdoegursrehabilitering/.

 

Vit sóknast eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi við setanarbrøki 0,5 at byrja 01.08.2019.  

Arbeitt verður yrkadagar í dagtímunum, frí í vikuskiftunum.

Á Sambýlinum á Heygnum eru 16 pláss, tvey av hesum eru sett av til samdøgursrehabilitering.

 

Førleikakrøv og karmar

Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur, eins og breiðar kliniskar royndir.

Vit vænta, at tú hevur áhuga í at arbeiða við rehabilitering í samstarvi tvørtur um fak og geirar, sum treytar, at tú hevur góð evni at samskifta, samskipa og sjálvstøðugt megnar at leggja arbeiðsgongdir til rættis.

Tænastan er í støðugari menning. Tú mást tí tola at vera í eini broytingartilgongd, har virkisfýsni og fleksibilitetur eru neyðugir førleikar.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við sera nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu til starvið.

Vit kunnu somuleiðis bjóða tær eitt jaligt og framtakshugað arbeiðspláss við góðum kørmum, har tú fært møguleika fyri at seta tín dám á og vera partur av menningini av samdøgursrehabiliteringini, sum leggur dent á at stuðla heimabúgvandi fólkapensjónistum í at megna gerandisdagin.

Visjónin, sum virksemið hjá NBH tekur støði í, er soljóðandi:

-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. 793410 ella við telduposti solgerdv@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 17. juni 2019.

Aftur
Tryggingarnæm­ingar til LÍV
Umsóknarfreist:
16. jun 2019
Námsfrøðiligt starvs­fólk til Nám
Umsóknarfreist:
19. jun 2019
Stjóri til Landsverk
Umsóknarfreist:
28. jun 2019
Kt – fólk til Nám /­ Próvstovuna
Umsóknarfreist:
19. jun 2019
Samskipari til SMS
Umsóknarfreist:
17. jun 2019
Sjúkrarøktar­frøðing til samdøgursrehabil…
Umsóknarfreist:
17. jun 2019
Starvs­fólk til dagrøkt­ina í Viðareiðis k…
Umsóknarfreist:
17. jun 2019
Fíggjarleiðari til IRF
Umsóknarfreist:
21. jun 2019
Ert tú okkara nýggja sølufólk?
Umsóknarfreist:
24. jun 2019
Húsavørður til dagstovnaøkið í Klaksvíka…
Umsóknarfreist:
27. jun 2019