Lýsing

Fíggjarleiðari til IRF

IRF søkir við hesum eftir fíggjarleiðara at byrja 1. august 2019 ella skjótast til ber. Talan er um eitt nýtt starv, sum í høvuðsheitum fevnir um at varða av fíggjarligu og fyrisitingarligu stýringini av IRF.

 

Vit bjóða tær eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við ábyrgd og ávirkan, har tú ert við til at mynda og menna leiðsluna av felagnum.

 

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

-          At hava ábyrgd av dagliga bókhaldinum – herundir debitor- og kreditorstýring, v.m.

-          At uppseta mánaðarroknskapir, ársroknskapir, fíggjarætlanir og íløguætlanir

-          At gera fíggjarligar greiningar, hagtøl v.m.

-          At samskifta við peningastovnar

-          At varða av starvsfólka- og sáttmálaviðurskiftum

-          At menna og dagføra mannagongdir á fíggjarliga økinum

 

 

Førleikakrøv til umsøkjaran:

-          Viðkomandi ástøðilig útbúgving innan bókhalds-, roknskapar- og fíggjaryrkið

-          Góð samstarvsevni

-          Góðar telduførleikar

-          Góðan kunnleika til Microsoft Dynamics NAV 2017 og Office-pakkan

-          Hollar royndir innan roknskap og fíggjarstýring

-          Royndir innan leiðslu er ein fyrimunur

-          Góðar málsligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum

 

 

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og lønin verður sett sambært avvarðandi sáttmála. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til stjóran og verður partur av ovastu umsitingarligu leiðsluni í felagnum.

 

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf. 41 42 43.  

 

Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. juni 2019. Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: sl@irf.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi. Hvar hevði alivinnan og ferðavinnan í Føroyum verið, um alt burturkastið enn fór fyri bakka?

 

Um IRF

Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt minni verður brent og alsamt meira verður endurnýtt, umhvørvinum og okkum øllum at frama. Við útgangsstøði í hesum er visjón felagsins at gera Føroyar grønar.

Hóast nógvar íløgur eru gjørdar seinastu árini, eru framvegis stórar avbjóðingar fyri framman á burturkast- og endurnýtsluøkinum í Føroyum. Øll eiga vit at taka ábyrgd av methøgu burturkastnøgdunum í Føroyum, eins og vit í felag eiga at finna eina loysn.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024