Lýsing

Ert tú okkara nýggja sølufólk?

Hevur tú hug at vera við í einum sterkum dynamiskum sølutoymi við el-tøkniligum vørum? Vilt tú hava ávirkan á tín egna gerandisdag? Ert tú motiveraður til at gera gott søluarbeiði? Um svarið er ja, so er starvið sum internt sølufólk hjá okkum tann rætta avbjóðingin til tín.

Hjá Solar Føroyum hava vit nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar við nógvum ymiskum tørvum. Tað kann vera alt frá smáum kundum til størri verkætlanir.

Við tað at tín dagligdagur verður fjøltáttaður, verður Solar Føroyar eitt spennandi arbeiðspláss hjá tær.

Tín vanligi arbeiðsdagur
Tú hevur ábyrgd fyri tekniskari ráðgeving og sølu til el-installatørar og ídnarvirkir. Tú gevur tilboð og ger minni verkætlanaruppgávur. Tað fellur tær nátúrligt at selja og at taka ábyrgd av at geva tilboð og standa fyri søluátøkum. Tú skalt saman við okkara sølutoymi seta kundan í fokus.

Tínar kvalifikatiónir
Fyri at fáa góð úrslit sum internt sølufólk ímynda vit okkum, at tú hevur eina bakgrund innan el-vinnugreinina t.d. handilsútbúgving ella sum elektrikari ella el-installatørur.

Sum starvsfelagi ert tú álítandi og áhugaður í einum skundmiklum arbeiðsumhvørvi og tænastusinnaður yvir fyri kundum og starvsfeløgum. Góður kunnleiki til Office-pakkan og Navision vil vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Ert tú áhugaður?
Ljóðar hetta sum ein spennandi karrierumøguleiki? So send okkum tína umsøkn/CV á mail starv@solar.fo. Seinasta freist at søkja er mánadagin 24. juni. Samrøða verður mikudagin 26. juni.

Starvssetan
Skjótast gjørligt.

Hevur tú spurningar, set teg í samband við stjóran Claus V. Christensen tel. 237930 mail: cvc@solar.fo 

Vit síggja fram til tína umsókn.

Solar Føroyar P/F
Brekkutún 2
FO-188 Hoyvík
Tel. 357933

Aftur
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024