Lýsing

Tryggingarnæmingar til LÍV

Ynskir tú eina útbúgving innan trygging- og pensjón, so er tað kanska hjá LÍV, tú skalt gerast tryggingarnæmingur komandi tvey árini. Lærutíðin byrjar 1. september 2019.

Sum næmingur verður tú partur av kundadeild okkara. Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur tær breiðan førleika innan tryggingar- og pensjónsøkið. Eftir lokna útbúgving sum tryggingarnæmingur eru góðir møguleikar fyri framhaldandi starvi og víðari útbúgving.

Vit leita eftir næmingum sum brenna fyri at veita eina góða kundatænastu, eru nærlagdir og sum arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fortreyt at hava miðnámsprógv. Er tað kanska tú? So send okkum eina umsókn, avrit av prógvum, CV og onnur skjøl til: liv@liv.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú okkurt at spyrja um ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brynhild Absalonsen, kundaleiðara, brynhild@liv.fo  ella 231122.

Aftur
Bussførari til landleiðina
Umsóknarfreist:
2. jul 2026
Lærlingar til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Maskinsmiðir til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Framleiðslu­tøkn­ingur til kassavirkið á G…
Umsóknarfreist:
6. jul 2026
Tænaralærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Fiskarøktari til smoltstøð­ina á Viðareið…
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Móttøkulærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Arbeiðs­fólk til verklag
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026