Lýsing

Húsavørður til dagstovnaøkið í Klaksvíkar kommunu (endurlýsing)

Dámar tær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur? Og tímir tú at svara forvitnisligum spurningum frá børnum
og onkuntíð læna teimum tummastokk ella líknandi? So er tað tær vit leita eftir.


Vit hava frammanundan ein húsavørð á dagstovnaøkinum, men okkum tørvar ein afturat skjótast
gjørligt. Arbeiðið er skipað soleiðis, at dagstovnarnir verða deildir ímillum húsavørðarnar, so at teir
hava nakrar fastar stovnar í part at arbeiða á. Tó kann talan verða um samstarv ímillum
húsavørðarnar um størri uppgávur.


Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at røkja og viðlíkahalda bygningar og øki
rundanum. Og ert tú fyritaksamur og hevur eyga fyri dagligum viðlíkahaldi, ert tú í stóran mun við til at
skipa tín egna arbeiðsdag.


Førleikakrøv:
Vit ímynda okkum:
• at tú ert handverkari ella hevur praktiskar royndir innan handaligt arbeiði, sum gera teg føran fyri
at fremja húsavarðaruppgávur.
• at tú hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis er samstarvssinnað/ur og
fyrikomandi.
• at tú ert røkin og vælskipað/ur í tínum arbeiði.
• at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat krevur ábøtur, og fært arbeiðið avgreitt.


Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag ella Føroya Handverkarafelag.


Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til
klaksvik@klaksvik.fo ella til Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík.
Viðmerk: Húsavørður til dagstovnaøkið


Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juni 2019 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Hans Fróða Hansen, tlf. 213249,
hfh@klaksvik.fo ella Sigrun Vágstún, tlf. 222995 sigrunv@klaksvik.fo 

Aftur
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024