Lýsing

Heilsuhjálpari til Sambýlið í Bøgøtu - farloyvisstarv

Vit sóknast eftir

Heilsuhjálpara á brøki 0,73 at avloysa frá 1. septemeber 2019 til og við 31. januar 2021.

Arbeitt verður í blandaðum vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Endamálið vit starvinum at tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvi hins einstaka.

Á Sambýlinum í Bøgøtu búgva 7 fólk.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Royndir og útbúgving innan eldra- og demensøkið kann vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og helsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. +298 793425 ella við telduposti til meibrittd@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 8. juli 2019.

 

 

Aftur
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024