Lýsing

Starvsfólk við heilsufakligari útbúgving til Búðatrøð - avloysarastarv

Vit sóknast eftir

Starvsfólki við heilsufakligari útbúgving og áhuga fyri demensøkinum at avloysa í Búðatrøð frá 1. oktober 2019 til 30. september 2020. Starvsbrøkurin er 0,7.

Arbeitt verður yrkadagar í dagtímunum, frí í vikuskiftunum.

Búðatrøð er dagtilhald fyri heimabúgvandi pensjónistar í Norðoyggjum, ið hava fingið eina demenssjúku. Nærri kunning um virksemið í Búðatrøð sæst her: https://nbh.fo/taenastur/dagtilhaldid-budatroed/.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst heilsufaklig útbúgving, t.d. sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan demensøkið vera ein fyrimunur.

Í NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, men av tí at persónligir eginleikar viga sera tungt í hesum starvi, tilskila vit okkum rætt til at javnseta persónligar eginleikar við fakligar førleikar.

Endamálið við virkseminum í Búðatrøð er at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivnaði, hóast sjúku, og at styrkja sjálvsavgerðarrættin við støði í førleikum hins einstaka. Vit vænta tí, at tú hevur hugflog og megnar at leggja til rættis virksemi, ið gevur meining fyri tann einstaka og harvið kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag.

Í hesum starvinum er neyðugt, at tú ert fleksibul, sýnir tol, dugir at síggja ymiskar og skiftandi tørvir og at handla í mun til hesar í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Búðatrøð. Tí eru góð evni at samskifta, samskapa og leggja til rættis týðandi eginleikar.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, góðar umstøður, dugnaligar starvsfelagar og dygga innleiðslu til starvið.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBN, tekur støði í visjónini, sum er soljóðandi:

-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Anniku Vágsheyg, deildarleiðara, á tel. +298 793450 ella við tposti til annikav@nbh.fo.

Skrivlig umsókn, við avritum av autorisatión, prógvum v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi á middegi mánadagin 15. juli 2019.

 

Aftur
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024