Lýsing

KT- verkætlanarstarv

Kommunufelagnum tørvar ein verkætlanarleiðara, sum skal standa á odda fyri at íverkseta talgildu heilsuskipanina Cosmic á eldraøkinum í Føroyum.

Verkætlanin verður skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og kommunalu eldrasamstørvini.

Talan er um sjálvstøðugt starv, sum í stóran mun ber til at mynda sjálv/ur. Verkætlanarleiðarin kemur at hava regluliga fakliga sparring við THS toymið á Landssjúkrahúsinum, KT deildina í Tórshavnar kommunu, og annars neyvt samskifti við leiðslurnar í ymsu eldrasamstørvunum.

Vit leita eftir einum orkuríkum verkætlanarleiðara, sum megnar at hava nógv jørn í eldinum í senn, og hevur  gott hegni at arbeiða við fólki og virkar eggjandi fyri sítt umhvørvi.

 

Uppgávur í verkætlanini

Uppgávurnar verða m.a.:

  • At kortleggja tørvin á hardware og uppseting
  • At skipa fyri tekniskari uppseting í ymisku eldraøkjunum
  • At kortleggja tørvin á at førleikamenna starvsfólk
  • At fyriskipa undirvísing
  • At skapa trygdarmannagongdir
  • At fyrireika tilgongdir at broyta verandi mannagongdir til talgildar mannagongdir

Harumframt skal verkætlanarleiðarin ráðgeva Kommunufelagnum, kommunalum samstørvum og kommununum í KT viðurskiftum uttanfyri verkætlanina, serliga í KT trygd.

 

Førleikakrøv

  • Vit vænta, at tú hevur viðkomandi meðallanga ella langa útbúgving
  • Tú skal hava góð samstarvsevni, vera samstarvsfús/ur,  ábyrgdarfull/ur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú skal duga serliga væl at samskifta við fólk, ið hava ymiskar fakligar førleikar og fyritreytir
  • Tú skal duga væl at orða teg, bæði í skrift og talu
  • Tú hevur førleikar og royndir við verkætlanarleiðslu
  • Tú hevur royndir og vitan um verkseting og verkætlanarstýring
  • Tú hevur kunnleika til eldraøkið og til talgildu heilsuskipanina, tó at hetta ikki er nøkur treyt

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Starvstaður er í Kommunuhúsinum í Tórshavn, men nógv innlendis ferðing er knýtt at starvinum.

Starvið er tíðaravmarkað til umleið 2 ár, tó kann talan verða um at halda áfram við øðrum verkætlanum fyri kommunurnar

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á teldupostadressu: eydunc@kf.fo

Umsóknin skal vera Kommunufelagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. Juli 2019 kl. 12.00.

 

Samband

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á telefon 282480.

Cosmic er ein talgild heilsuskipan, sum sjúkrahúsini og kommunulæknarnir hava brúkt síðani 2010. Høvuðsendamálið er ein felags sjúklingajournal, sum skal tryggja samskifti ímillum ymisku viðgerðar eindirnar í heilsuverkinum, og við tí økja viðgerðartrygdina. Við at breiða Cosmic til eldraøkið eisini, verða allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka í einari og somu skipan og tøkar, uttan mun til, um ein er á røktarheimi, fer til kommunulækna ella til ambulanta kanning, ella verður lagdur inn á sjúkrahús.

Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum. Starvsfólkini í Kommunufelagnum ráðgeva og vegleiða kommunupolitikarum og kommunalu starvsfólkunum í almennum spurningum og ivamálum og umboða kommunurnar í arbeiðsbólkum og nevndum.

Kommunufelagið heldur til í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu 26, saman við Kommununala Arbeiðsgevarafelagnum og Barnaverndarstovu Føroya
 

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024