Lýsing

MT Højgaard Føroyar søkir eftir skrivstovufólki

Í sambandi við økta virksemi okkara í Føroyum og góðum útlitum fyri meiri arbeiði komandi árini, sóknast vit eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum skrivstovufólki til skrivstovu okkara í Tórshavn.

 

Tú fert at taka tær av fyrisitingarligum uppgávum á skrivstovuni, umframt á byggiplássum í nærumhvørvinum.

 

Arbeiðssetningur og ábyrgdarøki

Tú verður partur av MT Højgaard Føroyar við beinleiðis tilvísing til deildarleiðaran. Arbeiðið er fyrisitingarligt, arbeiðsuppgávurnar fjølbroyttar og kontaktflatan breið. Tú kemur at samstarva bæði við okkara toymi, undirleverandørum og starvsfeløgum í Danmark.

 

Tær skal dáma at at arbeiða í broytiligum umhvørvi, har uppgávurnar fevna vítt. Arbeiðið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

Skipa fyri innivisti til tímalønt og starvsfólk.

Hjálpa til við setan, uppsøgn og heimsending av tímaløntum 

arbeiðsfólki.

Bíleggja ferðaseðlar.

Prenting av tekningum.

Dagføra yvirlit yvir útbúnað.

 

Um teg

Tú ert fyrikomandi og tænastuhugað/ur. Tú hevur skrivstovuútbúgving, hevur royndir frá fyrisingarligum arbeiði og trívist væl í óhátíðarligum umhvørvi. Tú vilt hava arbeiðið at ganga væl, og fylgir við at uppgávurnar verða loystar.

 

Vit bjóða

Eitt sjálvstøðugt og ábyrgdarfult arbeiði við góðum sømdum, góðari løn og pensión. Arbeiðið er fulla tíð. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

 

Umsókn

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar, á tlf. 286335 ella ewk01@mth.dk 

 

Send umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv). Freistin at søkja starvið er 22. juli 2019 og skal søkjast her.

Aftur
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Kom í læru sum alari!
Umsóknarfreist:
15. mar 2026
Vaktar­fólk til brennistøð­ina hjá IRF
Umsóknarfreist:
19. mar 2026
Integratiónssam­skipari til norð­urøkið
Umsóknarfreist:
15. mar 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Sølufólk til Posta
Umsóknarfreist:
22. mar 2026