MT Højgaard Føroyar søkir eftir verkætlanarleiðara

Ynskir tú at gerast partur av toyminum hjá MT Højgaard Føroyar, og vera við til at tryggja góðsku, trygd, tíð og kostnað í sambandi við byggiuppgávurnar, vit hava, og sum liggja fyri framman?

 

Vegna økta virksemi okkara í Føroyum leita vit eftir verkætlanarleiðara at byrja skjótast gjørligt.

 

Arbeiðsuppgávur
Sum verkætlanarleiðari skalt tú samskipa arbeiðstøkur, stýra váðum, tíðarætlanum, fíggjarviðurskiftum v.m. í sambandi við verkætlanina. 

 

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum eitt nú verkfrøðingur ella byggifrøðingur, og hevur hollar royndir innan verkætlanarleiðslu. Eisini skalt tú vera von/vanur við dagliga at nýta kt-amboð sum eitt nú Microsoft project, Office pakkan, umframt at tú skalt vera før/førur fyri at seta teg inn í onnur forrit, eitt nú Sigma, Dalux og Bluebeam Studio, ið eru tengd at okkara verkætlanum. 

 

Tú skalt duga væl at orða teg í skrift og talu, og tað er ein fyrimunur at duga at málbera seg á føroyskum, donskum og enskum. 

 

Tær dámar at ganga undan. Tú heldur orð, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. 

 

Tú megnar at halda høvdið kalt, sjálvt um tað brýtur í bæði borð. Tú ert semjusøkjandi, men torir eisini at taka ábyrgd av egnum avgerðum.

 

Setanarviðurskifti  

Løn og setanartreytir sambært avtalu.


Umsóknir

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar, á tlf. 286335 ella ewk01@mth.dk 

 

Send umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) umvegis okkara heimasíðu. Freistin at søkja starvið er 22. juli 2019, og søkjast skal her.

Aftur
Leiðari til sølu- og kundatænastuna hjá…
Umsóknarfreist:
31. okt 2019
Formaður til Eysturoynna
Umsóknarfreist:
25. okt 2019
Rektari til Miðnám í Vestmanna
Umsóknarfreist:
25. okt 2019
Rektari til Glasir
Umsóknarfreist:
10. nov 2019
Vit søkja eftir einum ábyrgdarfullum og…
Umsóknarfreist:
25. okt 2019
Lands­grannskoðanin
Umsóknarfreist:
12. nov 2019
Søkt verður eftir hárðfríðkara ella hjál…
Umsóknarfreist:
23. okt 2019
Løgfrøð­ingur til Barna­verndar­stovu Føroy…
Umsóknarfreist:
23. okt 2019