Lastbilførari við kranaloyvi

Vit sóknast eftir einum nærløgdum og dugnaligum lastbilførara við kranaloyvi til dagligt arbeiði fyri neta- og trolvirkið Sílnet í Klaksvík.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um koyring við trolútgerð til og frá skipum, útkoyring av vørum til viðskiftafólk og aðrar tænastur. Talan er í høvuðsheitum um arbeiði í fulla tíð, men roknast kann eisini við nakað av yvirtíð ymisk tíðarskeið.

Til arbeiðið krevst lastbilakoyrikort umframt kranaloyvi yvir 25 tons. 

Sum persónur ert tú ágrýtin, flexibul, kanst arbeiða sjálvstøðugt, og til reiðar at geva eina hjálpandi hond, har tørvur er. 

Setanarviðurskifti 
Starvið er eftir sáttmála við Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, tó við nøkrum sersømdum. Lønin verður eftir avtalu.

Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvum/loyvum kann sendast til hjp@silnet.fo skjótast gjørligt.

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Hans Jacob Poulsen, 526541 ella við telduposti til hjp@silnet.fo.


Sílnet Sp/f, ið varð stovnað í 2002, er eitt neta- og trolvirki í Klaksvík, sum veitir tænastur til fiski- og alivinnuna í Føroyum.

Aftur
MT Højgaard Føroyar søkir eftir verkætla…
Umsóknarfreist:
22. jul 2019
Heilsurøktarar og heilsuhjálpari til Hei…
Umsóknarfreist:
31. jul 2019
MT Højgaard Føroyar søkir eftir skrivsto…
Umsóknarfreist:
22. jul 2019
Starvs­fólk til Húsið
Umsóknarfreist:
30. jul 2019
MT Højgaard Føroyar søkir eftir timburmo…
Umsóknarfreist:
22. jul 2019
Námsfrøð­ingar til Korndalsgarð
Umsóknarfreist:
30. jul 2019
Fulltrúi til Mentamálaráðið
Umsóknarfreist:
16. aug 2019
Sjúkrarøktar­frøðing til samdøgursrehabil…
Umsóknarfreist:
31. jul 2019
Samskiftisráðgevi til Mentamálaráðið
Umsóknarfreist:
19. aug 2019
Bakkafrost søkir eftir maskin­fólki til s…
Umsóknarfreist:
29. jul 2019