Lýsing

KT-Fólk til Landsbankan

Landsbankin er farin undir spennandi KT-verkætlan at útvega hagtøl um føroyska fíggjarkervið. Fleiri verkætlanir eru í umbúnað, og vit søkja nú eftir KT-fólki til hetta arbeiði.

Um starvið
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti – til tess eru hagtøl umráðandi. Tú fert at byggja og reka dátugrunnar, móttøkuskipan til dátugrunnarnar og góðskueftirlitsskipanir. Uppgáva tín fevnir eisini um at gera dátusøvn til greiningararbeiðið hjá bæði Landsbankanum og Váðaráðnum.

Førleikar og útbúgving
Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving og hollar royndir við Oracle og MS SQL Server. Tú kennir somuleiðis til BI-forrit sum til dømis Tableau.

Tað hevur týdning, at tú samstarvar væl, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað. Tú kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. februar 2018 á middegi
Send umsókn og avrit av prógvum, lívrensli og øðrum viðkomandi skjølum til malan@landsbankin.fo. Skriva ‘KT-fólk til Landsbankan’ sum evni.

Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Johansen, stjóra, á 226225 ella á malan@landsbankin.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 · · · · · · · · · ·

Landsbanki Føroya:
Landsbanki Føroya varð endurstovnaður 1. januar 2017. Bankin er almennur fíggjarstovnur, umsitur landsins gjaldføri og fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya er eisini greinigarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Bankin er sjálvstøðugur
almennur stovnur.

Sum skrivstova fyri Føroya váðaráð skal bankin vera við til at hava eftirlit við systemiskum fíggjarváðum í Føroyum. Bankin fyrisitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Seks fólk starvast í Landsbankanum.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024