Heilsurøktarar og heilsuhjálpari til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir

-       Tveimum heilsurøktarum á setanarbrøki 0,7 at byrja 1. september 2019 ella so skjótt til ber.

-       Einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. september 2019 ella so skjótt til ber.

Møguleiki er fyri hægri ella lægri setanarbrøki.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 2. hv. vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast førleikatarn.

 

Førleikakrøv og karmar

Til størvini krevjast útbúgving sum ávíkavist heilsurøktari og heilsuhjálpari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-       NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-       NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-       Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tlf. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 31. juli 2019.

 

 

 

Aftur
Umhvørvisleiðari til IRF
Umsóknarfreist:
21. okt 2019
Formaður til Eysturoynna
Umsóknarfreist:
25. okt 2019
Vit søkja eftir einum ábyrgdarfullum og…
Umsóknarfreist:
25. okt 2019
Barnahúsið IMBA søkir eftir pedagogi
Umsóknarfreist:
18. okt 2019
FÖRKA søkir eftir tøkningi til biogassve…
Umsóknarfreist:
21. okt 2019
BAKKAFROST søkir eftir KT-tøkningi
Umsóknarfreist:
20. okt 2019
Handverkari til smiðjuna á Lambareiði
Umsóknarfreist:
20. okt 2019
Søkt verður eftir hárðfríðkara ella hjál…
Umsóknarfreist:
23. okt 2019
Løgfrøð­ingur til Barna­verndar­stovu Føroy…
Umsóknarfreist:
23. okt 2019
Starv sum rakstrarleiðari og starv sum h…
Umsóknarfreist:
21. okt 2019