Lýsing
Aftur

Ruskinnsavnari til IRF

IRF søkir við hesum eftir ruskinnsavnara at byrja skjótast til ber.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv í bilinum Royðuber, sum m.a. fevnir um innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum.


Hevur tú stóra koyrikortið, kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jaligur, ert tú møguliga tann, vit søkja.


Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum hjá IRF.



Løn

Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.



Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF, tel 414216, og spyrja eftir Jógvan Júst Olsen.



Freist
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. februar 2018.

IRF

Víkarvegur 107

520 Leirvík

irf@irf.fo