Heilsurøktari og heilsuhjálpari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir

-       Heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 at byrja 1. september 2019 ella eftir nærri avtalu

-       Heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,6 at byrja 1. september 2019 ella eftir nærri avtalu

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 11 fólk.

 

Førleikakrøv og karmar

Til størvini krevjast útbúgving sum ávíkavist heilsurøktari og heilsuhjálpari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-       NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-       NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-       Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Turið Zachariassen, deildarleiðara, á tlf. +298 793420 ella við telduposti til turidz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 14. august 2019.

 

Aftur
Klaksvíkar Sjúkra­hús søkir eftir fysiote…
Umsóknarfreist:
13. aug 2020
Barnhúsið IMBA søkir eftir: einum pedago…
Umsóknarfreist:
5. aug 2020
Maskinførarar til Norð­urøkið
Umsóknarfreist:
14. aug 2020
Móttøku­fólk
Umsóknarfreist:
17. aug 2020
Byggifrøð­ingur til aludeild­ina hjá GRAN…
Umsóknarfreist:
5. aug 2020
Leiðari til dagstovnin við Stórheygg í H…
Umsóknarfreist:
7. aug 2020