Lýsing

Kostfakligt starvsfólk til Køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kost fakligum starvsfólki til setan 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvið er eitt fulltíðarstarv og arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00.

Vikuskiftisvaktir eru umleið 3. hvørt vikuskifti.

Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit gera mat og máltíðir til eina sjúklingadeild, 2 røktarheimsdeildir, heimabúgvandi pensionistar, starvsfólkakantinu, fundir og annað virksemi í húsinum.

Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:

  • Matframleiðsla
  • Fyrireiking
  • Planlegging
  • Pakking
  • Upprudding
  • Fremja innaneftirlit
  • Uppvask og reingerð

Førleikar:

  • tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent)
  • tú dugir at samskifta í skrift og talu
  • tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
  • tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki

Persónligir eginleikar:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • tú sært møguleikar framum forðingar
  • tú hevur gott yvirblikk og tolir stórt arbeiðstrýst
  • tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • tú ert røkin og arbeiðssom/-samur
  • tú ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
  • tú ert fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða
Ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni hjá køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir
Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon 404581/ 229229 ella á teldupostadressu: elisabethak@ks.fo

Umsóknarfreistin er 1. mars 2018

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til umsokn@ks.fo

Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024