Lýsing

2. meistari til Vørn

Eitt starv sum 2. meistari við skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra.
Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.
Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan.
Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði. 


Førleikakrøv:

Vinnubræv sum “skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ella maskinmeistari við 3 ára útbúgving og vinnubræv sum “vakthavandi maskinyvirmaður”.
Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn.
Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
Góð samstarvsevni.
Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur men ikki krav.


Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er 2.meistari.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  05. september 2019 kl. 14.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.

Aftur
Starvs­fólk til nýggja barnahúsið Sóljusp…
Umsóknarfreist:
29. apr 2026
Skrivstovu­fólk til fyrisiting­ina á TSK (…
Umsóknarfreist:
24. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Framleiðslu­fólk til Havsbrún
Umsóknarfreist:
22. apr 2026
Byrja tína starvsleið sum næmingur í Nor…
Umsóknarfreist:
1. mai 2026
Lærari til EL-deildina á TSK (fulltíðars…
Umsóknarfreist:
27. apr 2026
Laborantur til Havsbrún
Umsóknarfreist:
26. apr 2026