Lýsing

Løgfrøðingur til Løgtingsins umboðsmann

Eitt starv sum løgfrøðingur hjá løgtingsins umboðsmanni er leyst at seta frá 1. november 2019 ella skjótast gjørligt. 

Talan er um eitt avbjóðandi, áhugavert og sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við umboðsmannin. Tað er týdningarmikið, at tann, sum settur verður, dugir væl at orða seg skrivliga og hevur góð samstarvsevni.

Uppgávurnar

Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:

fyrireiking og viðgerð av innkomnum klagum
eftirlitsvitjanir og -kanningar av málsviðgerðini á útvaldum økjum, undir hesum á barna og ungdómsøkinum, og
kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um virksemið hjá umboðsmanninum.


Setanartreytir

Tann, sum settur verður, skal hava prógv sum cand. jur. Stórur dentur verður harumframt lagdur á royndir eftir lokna útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur starvsroyndir innan almennu fyrisitingina.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Møguleiki er fyri setan sum serfrøðingur, um førleikin og royndirnar eru til tess. Tann, sum settur verður, má tola møguligar broytingar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV v.m. skulu verða umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi, mánadagin 16. september 2019 kl. 12.00.

 

Adressan er:

Løgtingsins umboðsmaður

undir Bryggjubakka 11

Postsmoga 2008

110 Tórshavn

t-postur: solja@lum.fo 

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu, umboðsmann á tlf. 358500/218691. 

 

Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, 3 løgfrøðingar og ein skrivstovufulltrúi.

Aftur
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
HR umsitari
Umsóknarfreist:
4. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025