Lýsing

Skrivstovufulltrúi til Løgtingsins umboðsmann

Eitt starv sum skrivstovufulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni er leyst at seta frá 1. november 2019. 

Talan er um eitt avbjóðandi, áhugavert og sjálvstøðugt starv. Tað er týdningarmikið, at tann, sum settur verður, dugir væl at orða seg skrivliga, er nærlagdur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.

Uppgávurnar

Umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði hevur skrivstovufulltrúin ábyrgd av journalisering, rættlestur, bókhaldi,  ársfrágreiðing, heimasíðu og fyriskipan av vitjanum.  

 

Vit vænta, at tú hevur: 

skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
góðan kunnleika til 360 journalskipan
góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
góðan telduførleika 
evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
 

Setanartreytir

Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmála við Starvsmannafelagið, lønarflokkur 5.

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og møguligum ummælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. september 2019 kl. 12.00.

 

Adressan er:

Løgtingsins umboðsmaður

undir Bryggjubakka 11

Postsmoga 2008

110 Tórshavn

t-postur: solja@lum.fo 

 

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jette H. Eirikstoft, skrivstovufulltrúa ella Sólju í Ólavsstovu, umboðsmann á telefon 358500.

 

Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, 3 løgfrøðingar og ein skrivstovufulltrúi.

Aftur
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026