Lýsing

Skansi Offshore søkir eftir HSEQ leiðara

Skansi Offshore søkir eftir rætta persóninum til starvið sum HSEQ leiðari

Yvirskipaða ábyrgdin er at menna trygdarmentanina í felagnum, bæði á sjógvi og á landi, og at tryggja, at felagið
livur upp til øll viðkomandi krøv, so sum ISM, ISO og viðkomandi vinnugreinastandardir. Viðkomandi verður DPA
(Designated Person Ashore) og CSO (Company Security Officer).

Starvið
Sum HSEQ leiðari hjá Skansi Offshore ert tú partur av leiðslubólkinum, og vísur til stjóran í felagnum. Tú fylgir neyvt
við trygdini umborð, og hevur eisini regluligt samskifti við leiðsluna umborð á skipunum. Arbeiðsuppgávurnar fevna
millum annað um at gera innanhýsis skoðan umborð á skipunum, Management Review, greiningar og rapporteringar
í samband við trygd og rakstur til kundar, leiðslu og myndugleikar.
HSEQ leiðarin samskipar eisini tilbúgvingarvenjingar, upplæring av nýggjum starvsfólki og samskipar trygdarfundir
og innanhýsis seminar.
Nakað av ferðing er í samband við starvið.

Førleikar
Viðkomandi útbúgving so sum skipsførari, maskinmeistari, ella annað við viðkomandi royndum. Góðan kunnleika
til galdandi lógir og altjóða standardir, sum eru galdandi á økinum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi
royndir innan frálandavinnuna.

Um teg:
• Sjálvstøðug/ur
• Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir
• Tú ert skipað/ur, dugir at halda tíðarfreistir og at arbeiða undir trýsti
• Tú hevur lætt við at samskifta á føroyskum, enskum og skandinaviskum í skrift og talu

Vit bjóða:
• Áhugavert og avbjóðandi starv í eini fyritøku, sum kappast á altjóða marknaðinum
• Góðar møguleikar fyri menning
• Gott fakligt og sosialt umhvørvi

Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum tína umsókn við CV og prógvum til: gunnva@skansi.fo, freistin at søkja er 1. oktober 2019.
Spurningar kunnu setast til Jens Meinhard Rasmussen ella á tlf 614900.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024