Lýsing

Skrivstovufólk til Faroe Origin

Eitt av okkara skrivstovufólkum fer í barnsburðarfarloyvi í næstum og tí søkja vit eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:
Tú verður partur av einum væl samansjóvaðum toymi, ið tekur sær av øllum pappírs-og peningarendsli í felagnum.
Dagliga arbeiði fevnir um avrokningar, lønir, fakturering, bókingar, flytingar umframt fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Førleikakrøv:
-Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi
-Hóskandi útbúgving so sum skrivstovuútbúgving ella líknandi.
-Royndir við bókhaldi og bókhaldsskipanum.
-Telduførleikar á rímuliga høgum støði.
-Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu.

Vilt tú vita meiri?
Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Irdi Jacobsen, fíggjarleiðara á tlf 550630 ella senda teldupost til irdi@origin.fo.
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til irdi@origin.fo skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30 sept. 2019

 

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024