
Vilt tú vera við til at mynda dagstovnaøkið?
Klaksvíkar kommuna leitar eftir einum eldhugaðum samskipara til dagstovnaøkið at byrja
skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi. Høvuðsuppgávan verður at tiltættarleggja og menna
dagstovnaøki, sum fevnir um børn í aldrinum frá 0 ár til og við 2. skúlaflokk.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Starvsinnihald
Sum samskipari verður tú partur av fakliga toyminum á trivnaðardeildini, og kemur at
hava ein týðandi leiklut í menningini av dagstovnunum í Klaksvíkar kommunu, til frama
fyri umleið 500 børn.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum samskipari sleppur tú bæði at
arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú kemur í samband við ymiskar starvsbólkar, og kemur
at virka sum bindilið millum stovnar og umsitingina á trivnaðarøkinum. Tí eru góð
samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.
Tað verður væntað, at samskiparin kann samskifta og samstarva um umsitingarligar,
fakligar og leiðsluviðkomandi uppgávur, tí er tað ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur
leiðslu- ella aðrar líknandi royndir, sum kunnu stuðla undir skynsama fíggjarstýring, innlit í
verandi lóggávu, faklig mál og rák innan økið.
Arbeiðsøkið og aðrir førleikar
Samskiparin skal brenna fyri tí samlaða barnaøkinum, og tí vænta vit, at umsøkjarin:
• Megnar at tryggja eitt fakliga mennandi umhvørvi
• Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
• Er strategiskur og fúsur at royna nýggjar leiðir
• Dugir at orða seg í skrift og talu
• Hevur forstáilsi fyri og innlit í eina politiskt stýrda fyrisiting
• Hevur førleikar at gera fyrisitingarligt arbeiði innan málsøkið
• Megnar at stjórna, menna og skapa úrslit
• Megnar at hava eitt jaligt og virðiligt menniskjasýni
Vit bjóða:
• Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
• Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við aðrar deildir og stovnar í
Klaksvíkar kommunu
• Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til John Færø, trivnaðarstjóra, á
telefon 222216 ella í teldubræv jf@klaksvik.fo. Fleiri upplýsingar um starvið eru á
heimasíðuni www.klaksvik.fo/starv.
Førleikakrøv:
Umsøkjarin skal vera námsfrøðingur. Viðkomandi royndir og/ella eftirútbúgving kann
hava fyrimun.
Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
(KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi hósdagin 10. oktober 2019 og skulu sendast til klaksvik@klaksvik.fo
15. jul 2025

15. jul 2025

13. jul 2025

4. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

10. jul 2025

15. jul 2025
