Lýsing

Føðsluhjálpari til køkin á Heiminum við Vágna

Vit sóknast eftir

Føðsluhjálpara til køkin á Heiminum við Vágna á starvsbrøki 0,4875 at byrja skjótast gjørligt.

Arbeitt verður í dagtímunum og annaðhvørt vikuskifti.

Endamálið við starvinum er saman við deildar- og køksleiðara at menna umskipanina av mattænastuni á Heiminum við Vágna, ið fyrst og fremst skal tryggja eldri borgarum góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn.

Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna og dagtilhaldið Búðatrøð húsast somuleiðis á niðaru hæddini - her vitja umleið 25-30 fólk dagliga.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst áhugi fyri føðslugóðum kosti og hegni til at starvast í einum køki. Royndir frá einum stórkøki kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú er álítandi, røkin og hevur góð evni at samskifta og samstarva, soleiðis at tú stuðlar undir trivnað og gott arbeiðsumhvørvi. Eisini vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt við góðum yvirliti og ábyrgdarkenslu.

Roknast kann við, at virksemið verður víðkað, og tað krevur, at tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til framhaldandi at menna tænastuna.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála millum Fíðggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara fyri Heimið við Vágna, á tel. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo ella við at venda sær til Hannilenu Jacobsen, køksleiðara, á tel. 793442.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 16. oktober 2019.

 

 

Aftur
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025