Lýsing

Koyrisamskipari til kundatænastuna hjá Faroe Ship

Faroe Ship leitar eftir koyrisamskipara, sum kann samskipa innanlandsflutningin hjá felagnum.

 

Ábyrgdin hjá koyrisamskiparanum í kundatænastuni er í høvuðsheitum:

 

• At alsamt tryggja tænastustøðið

• At samskipa koyringina hjá felagnum

• At vera partur av fakturering og skráseting

 

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við royndum og ágrýtnum starvsfeløgum. 30 starvsfólk eru í føstum starvi, meðan avloysarar traðka til, tá á stendur. Starvið er fulla tíð, og roknast skal við skiftandi arbeiðstíðum.

 

Førleikar

Tann rætti umsøkjarin hevur evnir innan flutningssamskipan og megnar fleiri uppgávur í senn. Vit leggja dent á góð samstarvsevni, og at umsøkjarin til tíðir tolir at arbeiða undir trýsti. Teldukunnleiki á brúkara støði er førleiki, ið er at meta sum fyrimunur. Umsøkjarar mugu standa seg væl í føroyskum, donskum og enskum á skrift og í talu.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn eftir avtalu. Áhugaðir umsøkjarar kunnu fáa nærri at vita um starvið frá Per D. Jacobsen, deildarleiðara á telefon 549053 ella skriva til per@faroeship.fo 

 

Umsóknarfreistin er 14. oktober 2019. Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu sendast til per@faroeship.fo    

 

Faroe Ship

​ 

Aftur
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026