Lýsing

P/F GRANT søkir handverkara at viðlíkahalda og seta automatiskar hurðar upp

Vit leita eftir einum ágrýtnum handverkara (elektrikari, bilmekanikari ella maskinsmiður), til at
viðlíkahalda automatiskar hurðar, so sum karrusellhurðar og skjótihurðar v.m. fyri kundar
okkara.


Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum, at viðlíkahalda automatiskar hurðar, umframt at
seta nýggjar automatiskar hurðar upp, so hvørt tær verða seldar.


Vit bjóða eitt fjøltátta og mennandi starv, har tú kemur at mynda tín egna arbeiðsdag.
P/F GRANT umboðar TORMAX -hurðaloysnir, sum er tann mest nýtta automatiska hurðin í
Føroyum.


Viðkomandi, sum settur verður, fær upplæring frá Tormax í Danmark í at viðlíkahalda
automatiskar hurðar. Skeiðini verða hildin í Give í Danmark.


Tú vísir til rakstrarleiðaran hjá felagnum.


Arbeiðsstaðurin er runt alt landið, har tørvurin av tænastuni hjá kundanum er. Koyrt verður
útfrá virkisbygningunum hjá felagnum á Rituvíkshálsi ella í Vágunum, alt eftir hvat passar
starvsfólkinum best.


Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Fróða Hansen á tlf 290001.


Løn sambært avtalu.


Lívsrensl og prógv skulu sendast til frodi@grant.fo.


Umsóknarfreistin er 20. oktober 2019

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024