Lýsing

Formaður til Eysturoynna

                                                                                                         

Vilt tú vera við at reka og viðlíkahalda okkara samferðslukervi, og dugir tú væl við fólki, so hava vit kanska rætta starvið til tín. 

Landsverk søkir formann til at fyriskipa og samskipa tað dagliga arbeiðið í vegahaldinum í sunnaru helvt av Eysturoynni.
         
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar hjá vegahaldinum fevna í høvuðsheitum um: viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum uppat vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.

Í samstarvi við økisleiðaran hevur tú dagligu leiðsluna av av arbeiðsliðnum og virkar sum samskipari av øllum arbeiðsuppgávunum hjá liðnum. Sum formaður luttekur tú í dagliga arbeiðinum hjá liðnum, men tú skalt eisini taka tær av ymiskum umsitingarligum uppgávum.

Førleikar
Tú ert handverkari ella arbeiðsmaður og hevur royndir frá líknandi arbeiðsuppgávum t.d. frá entreprenørvinnuni. Leiðsluroyndir innan oman fyri nevndu uppgávur er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipaður og dugir væl at finna loysnir. Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Eisini er umráðandi, at tú hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.

Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur góðan telduførleika. Hetta merkir, at tú skalt hava kunnleika til teldupost, tekstviðgerð og rokniark.

Tað er ein treyt, at tú hevur stóra koyrikortið.                                    


Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag.

Roknast má við úrtíðararbeiðið og arbeiði forskotna tíð. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.

Tín fasti arbeiðsstaður er á Lambareiði, og arbeiðsøkið fevnir um sunnaru helvt av Eysturoynni. Tó kann tað koma fyri, at títt arbeiðslið skal loysa uppgávur aðra staðni í landinum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. 

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara http://www.landsverk.fo  og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2019. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella arja@lv.fo 

Aftur
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025