Lýsing

Rektari til Miðnám í Vestmanna

Hevur tú hugsjónir um skúla og miðnámsútbúgvingar og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan økið, hevur tú møguleika at bjóða teg fram sum rektari í Miðnám í Vestmanna.


Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum rektara til Miðnám í Vestmanna at byrja tann 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.


Miðnámsskúlin í Vestmanna er ein gymnasialur miðnámsskúli, ið eisini varðar av ferðaleiðaraskeiðum. Harumframt eru fyrireikingar í gongd við at skipa eina yrkisliga ferðavinnuútbúgving í skúlanum, sum eftir ætlan skal byrja í næstum.


Rektarin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av øllum virkseminum í miðnámsskúlanum.


Ábyrgd og uppgávur

Rektarin er dagligi leiðari skúlans og hevur ovastu leiðsluábyrgdina av øllum virkseminum í miðnámsskúlanum, herundir fakliga, námsfrøðiliga, umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd. Rektarin skal mynda miðnámsskúlan á ein sannførandi hátt og virka fyri góðum og mennandi arbeiðs- og lestrarumhvørvi.


Saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum skal rektarin menna útbúgvingar skúlans, so tær alsamt lúka framtíðar og altjóða krøv.
Rektarin hevur fíggjarligu ábyrgdina, skal leggja fíggjarætlan stovnsins og skipa ein skynsaman rakstur við neyvari fíggjarstýring. Rektarin setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.


Persónurin

Rætti persónurin til rektarastarvið hevur hug og hegni at leiða og kennir egnar dygdir og avmarkingar. Tað er týdningarmikið, at rektarin hevur evni og vilja at samstarva og samskipa, men samstundis styrkina at kunna standa eina í mótstøðu, uttan at missa fótafestið.
Starvið krevur, at tú skjótt dugir at skapa tær eitt yvirlit í skiftandi støðum og megnar at røkka settum málum. Tú skalt vera framskyggin og hava evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.

Tú skalt hava góð evni at sjóða saman fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi. Tú skal síggjast í starvinum og skapa virðing og trivnað innanhýsis millum starvsfólk og næmingar umframt uttanhýsis við samstarvspartar o.o. Umráðandi er at skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna innliving og virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum hjá øðrum.

 

Førleikar og royndir

  • Tað er eitt krav, at rektarin hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni,
  • tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur námsfrøðiliga útbúgving og leiðsluútbúgving,
  • leiðslu- og fyrisitingarligar royndir,
  • royndir og førleika at undirvísa,
  • góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, skandinaviskum og enskum.

Setanar- og lønartreytir
Starvið er flokkað samsvarandi 36. lønarflokki sambært Felag Tænastumanna Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 46.291,68 umframt 15 % í eftirløn um mánaðin.
Rektarin skal tola broytingar í setanarviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar.


Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Ella sum t-postur til mmr@mmr.fo 

Umsóknin skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. november 2019.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella
t-post PoulGeertH@mmr.fo.

 

Miðnám í Vestmanna hevur eina gymnasiala tilfeingisbreyt umframt annað virksemi í sambandi við ferðaleiðaraskeið. Í skúlanum eru umleið 60 næmingar á tilfeingisbreytini, umframt næmingar, ið taka nevndu skeið. Umleið 15 starvsfólk starvast í skúlanum.Sí heimasíðu skúlans www.miv.fo 

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024