Lýsing

Hjálparfólk til eftirlit við inn- og útflutningsvørum

Matvørudeildin søkir eftir hjálparfólki til at fremja eftirlit við fiskavørum, at seta skjótast gjørligt.

Arbeiðið fevnir um eftirlit við vørusendingum til út- og innflutning ymsa staðni í landinum, sum er skipað av heilsuváttanarvaktini. Eftirlitið umfatar m.a. at kanna merking, pakning og hitamátingar.

Talan er um skiftandi arbeiðstíðir, bæði dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Arbeiðið er skipað í einum toymi, har hjálparfólkini skiftast um arbeiðið frá viku til viku.

Stórur munur kann vera á arbeiðsbyrðu ígjøgnum árið, har lítið kann vera at gera í langa tíð, meðan aðrar tíðir kann heilt nógv arbeiði vera, við longum arbeiðsdøgum.

Persónligir førleikar:

  • at hava góð samstarvsevni
  • at vera nærlagdur/nærløgd
  • at duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt
  • at vera tøk/ur, tá ið tørvur er.

Krøv til umsøkjara:

  • at hava koyrikort og egnan bil.

Royndir við KT á brúkarastøði eru fyrimunir.

Starvið er lønt í 3. lønarflokki hjá Starvsmannafelagnum sambært galdandi sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sí teirra heimasíðu undir lønardeildini, www.fmr.fo.  Setanarbrøkurin er skiftandi, alt eftir hvussu nógvur inn- og útflutningur er. Sum nú er, er mest er at gera um heystið og minst um várið og summarið.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, tlf. 556421, deildarleiðara á matvørudeildini.

Umsóknir til starvið, við avriti av møguligum prógvum, starvsroyndum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 10.11.2019. Umsókn kann sendast til hfs@hfs.fo.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.

Matvørudeildin umsitur matvørulógina, og aðalendamálið er at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk av mati.

Á deildini eru 14 starvsfólk og harav 3 hjálparfólk.

Aftur
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026