Lýsing

Søkt verður eftir kundavinarligum og tænastusinnaðum Handilsleiðara

Hevur tú leiðsluroyndir úr handilsvinnuni? Ert tú søluhugaður? Hevur tú handverkaraútbúgving/royndir? Ert tú ein evnaríkur og gjølligur seljari, ið megnar at hugtaka bæði starvsfelagar og kundar, samstundis sum tú vísir vegin og gert mun fyri arbeiðsgleðina? So er tað kanska TÚ, ið skalt gerast handilsleiðari í handli okkara!


KBI er ein fyritøka í støðugum vøkstri, og í løtuni hava vit tørv á einum dugnaligum og hugfarsligum handilsleiðara.

Við kundanum í miðdepli, gerast vit eitt sterkt toymi
Sum handilsleiðari eru høvuðsuppgávurnar at skapa eitt toymi av væl skikkaðum og sølusinnaðum starvsfelagum, ið kunnu bjóða kundanum bestu tænastu og ráðgeving. Tískil er umráðandi, at tú hevur hollar leiðsluroyndir, at tú dugir at útluta uppgávur og ert ment/ur at skapa sjónlig úrslit við at hugfanga, eggja og menna starvsfelagarnar.

Tínar uppgávur sum handilsleiðari vera millum annað:

  • Leiða og eggja starvsfelagum, soleiðis at kundatænastan altíð er í hásæti
  • Tryggja at starvsfólkið í handilinum hevur førleikarnir, ið skulu til, fyri at hjálpa kundum okkara.
  • Hava evstu ábyrgd av vørum og vørubólkum í handilinum, tvs. bílegging, framvísing, veitaravitjanir, søla oa., og við hesum eisini at duga at útluta uppgávur.
  • Saman við leiðsluni at menna ein nýggjan leist fyri rakstri av handli.

Í dagligdegnum tryggjar tú, saman við starvsfelagum tínum, at kundarnir altíð fáa góða ráðgeving og tænastu, at handilin er innbjóðandi og lættur at vitja, at vørur eru á hyllunum, lagið er gott og kaffið er heitt.

Málrættaður og yrkisliga dugnaligur leiðari við royndum úr handilsvinnuni:
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur handverksligar royndir og/ella útbúgving og at tú hevur royndir við sølu ella ert søluatstøðingur

Vit bjóða:
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har eingin dagur er líka.

Umsóknir til starvið skulu sendast til kbi@kbi.fo. Evstamark at søkja er fríggjadagin 15. desembur 2019. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Karl Birgir Isaksen, stjóra, telefon 230 200 ella við at senda teldupost til kbi@kbi.fo.

Aftur
Meistarar til Bakkanes og Hans á Bakka
Umsóknarfreist:
22. sep 2025
Neta- og trolfólk til SÍLNET
Umsóknarfreist:
24. okt 2025
Varaskúla­stjóri á Skúlatrøð
Umsóknarfreist:
15. sep 2025
Røktarstarvs­fólk til Heimatænastuna – en…
Umsóknarfreist:
25. sep 2025
Klinikkassistentur /­ hjálpar­fólk
Umsóknarfreist:
9. okt 2025
Røktarstarvs­fólk til Uppistovu
Umsóknarfreist:
25. sep 2025
Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?
Umsóknarfreist:
15. sep 2025
Deildarleiðari til Sambýlið í Bøgøtu – e…
Umsóknarfreist:
15. sep 2025
Leiðari til deildina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
21. sep 2025