Lýsing

Løgfrøðingur til Útlendingastovuna

Søkt verður eftir løgfrøðingi til Útlendingastovuna at byrja 1. desember  2019 ella eftir nærri avtalu.

 

Um starvið

Talan er um fast starv, sum í høvuðsheitum fevnir um:

·         at veita løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum innan málsøkið hjá Útlendingastovuni,

·         luttaka í lógar- og kunngerðarsmíði,

·         málsviðgerð av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, familjusameining o.a.,

·         skriva mannagongdir,

·         luttaka í ymiskum øðrum umsitingarligum uppgávum.

 

Tú  kemur at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri  aðrar stovnar, ið Útlendingastovan er skipað saman við.

 

Førleiki

Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand. jur.).

 

Tú skal hava góð samstarvsevnir, vera ábyrgdarfullur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Tú skal duga at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið Útlendingastovan varðar av.

 

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:

 

Útlendingastovan

Sigmundargøta 13

Postrúm 264

110 Tórshavn

 

Ella sum teldupostur til: info@utlendingastovan.fo 

 

Umsóknir skulu vera merktar “løgfrøðingur” og vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november kl. 12.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Leo, deildarleiðara, á tel. 357979 ella sl@vs.fo 

Nærri kunning um Útlendingastovuna sæst á www.utlendingastovan.fo. Útlendingastovan er partur av Vinnustovninum. Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Nærri kunning um Vinnustovnin sæst á www.vs.fo

 

Aftur
Heilsuhjálpari til Norðoya Røktarheim, f…
Umsóknarfreist:
6. jan 2020
Vónin søkir sølufólk
Umsóknarfreist:
15. des 2019
Stjóri til Vørn
Umsóknarfreist:
3. jan 2020
Heilsurøktari til Norðoya Røktarheim, fa…
Umsóknarfreist:
20. des 2019
Søkt verður eftir kundavinarligum og tæn…
Umsóknarfreist:
15. des 2019
Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapi…
Umsóknarfreist:
13. des 2019
Leiðari til Nánd
Umsóknarfreist:
10. jan 2020
Stjóri til Tjóðpall Føroya
Umsóknarfreist:
6. jan 2020
Maskinførari til norð­urøkið hjá Landsver…
Umsóknarfreist:
1. jan 2020
Spennandi og avbjóðandi størv á demensde…
Umsóknarfreist:
16. des 2019