Lýsing

Skipari til Rituna

Strandfaraskip Landsins søkir skipara til Rituna

Søkt verður eftir skipara til Strandfaraskip Landsins (SSL) at byrja í starvið 9. desembur 2019. Tú byrjar umborð á Rituni, men kann verða flutt/ur umborð á onnur skip hjá SSL, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Rituni er dagliga farleiðin Hvannasund-Svínoy-Fugloy. Arbeiðstíðin umborð er tvær vikur umborð og tvær vikur frí. Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru ikki at búgva umborð.

Tínar høvuðsuppgávur eru, at:

  • Virka sum ovasti trygdarleiðari, har tú tryggjar eitt tætt samstarv millum allar eindir umborð, og vegleiðir um neyðugt
  • Hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og tryggja trygdina hjá hvørjum einstøkum umvegis skilagóðar arbeiðsgongdir
  • Verða partur av skipsleiðsluni, har miða verður ímóti einum skilagóðum rakstri og áhaldandi arbeiða við at betra fyriskipanir og mannagongdir
  • Leypandi at menna og dagføra viðlíkahaldsskipanina PreMaster og meta um tørvin fyri viðlíkahaldi
  • Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar í land

Sum skipari vænta vit, at tú hevur:

  • Útbúgving sum skipari
  • Í minsta lagi STCW átekna sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum STCW reg. II/3
  • GMDSS – GOC (STCW reg. IV/2)
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk (Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
  • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
  • Útbúgving sum sjúkraviðgeri

Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur Crowd and Crisis prógv og royndir við ferðamannaskipum

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Starvið er lønt í lønarflokki 3.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á t-post eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postrúm 30
FO-810 Tvøroyri

Umsóknarfreistin er hósdagin 28. novembur 2019 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan@ssl.fo  

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) er landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 28 farleiðir, har av 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið fyri 2018 var umleið 1,2 mió. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.

 

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024